Umsókn til leigu av hølum

Reinsaríið, Perlan, Aulan og Ostahúsið liggja í hjartanum av mentanargøtuni Tórsgøtu, og eru karmar um tiltøk, ið vit skipa fyri, men onnur eru eisini vælkomin at nýta hølini.

Reinsaríið er fyrst og fremst eitt spælistað, har tónleikurin hevur framíhjárætt. Ætlanin er at hýsa alskyns tónleiki, frá jazzi til tungmálm og frá vísusangi til electropop.

Perlan kann nýtast til øll mentanartiltøk, frá framsýningum til fyrilestrar og framførslum til verkstovur.

Aulan er fyrst og fremst ætla at vera karmur um kórtónleikin í býnum. Hóast gamla aulan í kommunuskúlanum er nýumvæld, so er hon sett í tann stand, ið hon var í.

Ostahúsið er í tveimum hæddum og kann leigast til mentanartiltøk, eitt nú listaframsýningar, fundir o.a.

Ynskir tú at brúka Reinsaríið, Perluna ella Ostahúsið til okkurt tiltak, ber til at senda ein fyrispurning á oyðiblaðnum vinstrumegin. Eisini ber til at  ringja ella maila til okkara.

Rútar merktir við * eru kravdir