STUTT UM REINSARÍIÐ
Reinsaríið er mentanarhús í miðbýnum, sum Tórshavnar kommuna eigur og rekur. Samskipari er settur, ið hevur tilvísing til mentamálaleiðaran.
Reinsaríið kann nýtast til tónleikatiltøk, framførslur, konsertir, framsýningar, fyrilestrar, fundir, undirvísing o.a. Ætlanin við Reinsarínum er tó í fyrsta lagi, at tað verður eitt rútmiskt spælistað.
Virksemi er í Reinsarínum bæði um dagin, kvøldið og í vikuskiftum. Talan verður bæði um framførslur og venjing. Samstarvað verður við tónleikalívið í býnum.
SØGAN HJÁ REINSARÍNUM
Reinsaríið í Tórsgøtu er millum kendastu bygningar í høvuðsstaðnum. Hóast vit ikki heilt nágreiniliga vita, nær bygningurin, soleiðis sum vit kenna hann í dag, er bygdur, so hava kanningar víst, at hann er bygdur umleið 1831. Men undan hesum hava aðrir bygningar staðið á sama stað. Slóðin frá bygninginum røkkur heilt aftur til Rybergsættina og handilin hjá Ryberg.
Søgufrøðingar eru komnir fram til, at handilin hjá Ryberg var á staðnum undan 1831, men at talan var um ein annan bygning, enn tann, sum stendur har í dag. Gamli bygningurin er við eini húsaskrá frá 1784, meðan ein húsaskrá frá 1819 vísir, at tá stóðu pakkhúsini ikki uppi.
KEYPT AV TÝSKARI FYRITØKU
Bygningurin var í nógv ár pakkhús hjá Kongaliga Handlinum, men eftir avtøkuna av Kongaliga Handlinum bleiv bygningurin, sum tá bleiv róptur „Nýggja Pakkhús“ millum manna, seldur týska handilshúsinum C. F. Siemsen í Hamburg. Hetta var í 1857.
Keypmaðurin Johannes Hansen starvaðist í mong ár fyri Siemsen í Havn. Hann var týskur konsul í Føroyum, og hann keypti seinni fyritøkuna frá týska Siemsen.
Í 1894 seldi Konsul Hansen, sum hann bleiv róptur, pakkhúsið til føroyska handilshúsið M. C. Restorff & Sønner. Handilsfyritøkan hjá M.C. Restorff & Sønner átti bygningin heilt fram til 1923, tá ið Thorshavns Mælkeforsyning, vanliga rópt Meiaríið, keypti hann. Í keypssáttmálanum verður ognin nevnd „Hansens Pakkhús“ eftir Konsul Hansen.
Fyrstu trý árini, eftir at Meiaríið hevði keypt bygningin, bleiv hann umvældur. í 1926 bleiv flutt inn í nýumvældu hølini, har vaskarí var í kjallaranum, reinsarí í miðhæddini, meðan fjøðurreinsaríið var á loftinum. Meiaríið hevði millum annað sápuframleiðslu í bygninginum, umframt vaskarí og reinsarí, sum helt til har heilt fram til sjeytiárini.
REINSARÍIÐ HJÁ MARIU
Havnarfólk flest minnast tó nú á døgum best Reinsaríið fyri, at Maria Olsen hevði reinsarí í hølunum í einmansaldur. Maria Olsen, sum var úr Vestmanna, hevði arbeitt á Reinsarínum í mong ár, tá ið hon í 1974 yvirtók tað. Maria hevði Reinsaríið í erva, meðan Postverk Føroya hevði eina pakkadeild í neðra.
Hon rak síðani Reinsaríið heilt fram til 2000, tá ið hon gavst 81 ára gomul. Maria Olsen andaðist í 2003.
Við Mariu Olsen fór Reinsaríið eisini í søguna. Tórshavnar Kommuna ognaði sær bygningin í 1986, og hesi seinnu árini hevur verið arbeitt við at gera bygningin um til eitt nýmótans spælistað, sum hevur varðveitt sína gomlu sál.
Tað er sjáldsamt við eini húsaogn uppi í tí nýggjara býnum, har søguligu sporini ganga meira enn tvær øldir aftur til tað gamla samfelagið. Pakkhúsið er harnæst ein vitnisburður um virksemið hjá kongliga handlinum og hjá eitt av fyrstu útlendsku handilshúsunum í fríhandilstíðini, Siemsen, og síðani hjá eitt av fyrstu stóru føroysku handilshúsunum, Restorff – tá ið Føroyar gjørdust fiskivinnutjóð. Bygningurin hevur v.ø.o. staðið uppi og verið í brúki í fleiri søgulig skeið.
Semja var um, at bygningurin skuldi varðveitast, og at hann skuldi nýtast til mentanarlig endamál. Arbeiðið at gera elligamla bygningin um til spælistað byrjaði í august 2013.
Innrættingin av nýggja spælistaðnum er gjørd í tøttum samráði við tónleikararnar í býnum. Reinsaríið tryggjar nú ein prýðiligan og livandi karm um tónleik og undirhald í miðbýnum.