Samband

Reinsaríið og Perlan liggja í hjartanum av mentanargøtuni Tórsgøtu, og eru karmar um tiltøk, ið vit skipa fyri, men onnur eru eisini vælkomin at nýta hølini.

Reinsaríið er fyrst og fremst eitt spælistað, har tónleikurin hevur framíhjárætt. Ætlanin er at hýsa alskyns tónleiki, frá jazzi til tungmálm og frá vísusangi til electropop.

Perlan kann nýtast til øll mentanartiltøk, frá framsýningum til fyrilestrar og framførslum til verkstovur.

Ynskir tú at brúka Reinsaríið ella Perluna til okkurt tiltak, ber til at senda ein fyrispurning á oyðiblaðnum HER. Eisini ber til at  ringja ella maila til okkara.

Reinsaríið

Tórsgøta 3
FO-100 Tórshavn
Tlf. +298 286671
Teldupostur: torsgota@torshavn.fo
Samskipari: Bogi Andreasen
Durita Fagradal Augustinussen tlf. +298 256671

Umsókn til leigu av høli

Tú ert vælkomin at senda okkum ein fyrispurning um leigu av hølum okkara

Skriva til okkum her

Bogi

Durita

Freddi

Lýdia

Hanna