was successfully added to your cart.

Vit hita upp til FMA

By 4. marts 2018Reinsaríið

Fríggjakvøldið 9. mars, dagin fyri stóra FMA tiltakið í Norðurlandahúsinum, hita vit upp í Reinsarínum. Marius Ziska, Son of Fortune, Silvurdrongur og Jasmin framføra.

Tað er vorðið ein fastur siður, at nøkur av okkara bestu og mest lovandi nøvnum, spæla eina sýnisglugga konsert, har eitt nú útlendsku gestirnir og tónleikaáhugaðir føroyingur fáa servera tónleikaligt krás fyri oyrini.

Marius Ziska hevur latið fyrsta staklagið av komandi útgávuni úr hondum, og lagið Silvurlín verður í løtuni tráspælt á føroysku útvarpsrásunum, ein spennandi uppfylgjari til stóru hittfløguna Home/Heim. Marius Ziska er júst afturkomin av eini konsertferð í Danmark, og er sostatt í stórformi.

Son of Fortune við Benjamin Petersen gav fyrstu útgávu sína út í fjør, sjálvnevnda útgávan er tilnevnd sum ársins útgáva á FMA, og vit vita av royndum, at hesin bólkur altíð borgar fyri góðsku á konsertum sínum.

Silvurdrongur er millum mest spennandi nýggju nøvnini á føroyska tónleikapallinum. Blandið millum funky tónleik og spoken word/rapp, við framúrskarandi tekstunum hjá Trygva Danielsen er nakað heilt serligt.

Jasmin vann Sement tónleikakappingina í fjør, og hevur higartil givið tvey stakløg út, ið bæði hava vunnið henni nógvar fjepparar. Her er talan um eina serstaka rødd, við nógvum potentiali.

Konsertin byrjar kl. 20.00 fríggjakvøldið 9. mars.

 

Vit hita upp til FMA-2018/03/09

    170,00 DKK

    Product Description

    Event Ticket

    På lager

    Varenummer: sku_2989 Kategori:

    Product Description

    Event Ticket

    X
    X