was successfully added to your cart.

Vetrarljós við Klippfisk, Guðrið Hansdóttir og Hanus G

Vetrarljós 2018 verður leygardagin 3. februar í Havn
Tiltakið er eitt samstarv ímillum Visit Tórshavn og ymsar aktørar í býnum. Hetta verður 5. ári á rað at Vetrarljós verður hildið í Tórshavn.

Í stuttum er tað dagurin har vit bjóða ljósari tíðum vælkomnum við livandi tónleiki, framsýningum og øðrum tiltøkum ymsa staðni í býnum.
Tónleikur verður í býnum frá kl. 19.00 til á midnátt.

Guðrið Hansdóttir byrjar kvøldið við einari konsert í Finsen kl.19.00

Klippfisk sýnir filmar í Perluni frá kl.19.45

Hanus G endar kvøldið kl.23.30 við einari konsert á Reinsaríinum.

X
X