was successfully added to your cart.

VETRARJAZZ við Espen Eriksen Trio, Rógvi Trio og Mortens Schantz Godspeed

Fríggjakvøldið 26. januar er Reinsaríið karmur um Vetrarjazz við Espen Eriksen Trio, Rógvi Trio og Mortens Schantz Godspeed, alt úrmælingar innan sítt økið.

Jazz-heimurin manglar ikki klavertrioir, men tað er ikki hvønn dag,  at ein kemur fram á eina nýggja trio við einum sermerktum tónlistamáli. Norska Espen Eriksen Trio spælir sera melodiøsan og kenslubornan instrumentalan tónleik við einum ferli av skandinaviskum fólkatónleiki, sorgblídni og skuggum úr myrku norsku skógunum. Tað er jazz – ongin ivi um tað – men teirra Dzless is moredzhugsunarháttur stendur í mótsetning til nógvar av samtíðartónleikarum teirra. Bygnaðurin minnir viðhvørt um popp-sangir og stórur dentur verður lagdur á løgini.  Eftir nógvar konsertir kring allan heimin er bólkurin sera væl samanspældur og nýtir ein hugtakandi breiðan dynamik, sum røkkur frá sorgblídni til fangandiDzgroovedz. Bólkurin hevur latið tríggjar útgávur frá sær, sum allar hava fingið góð ummæli frá miðlum sum BBC, The Independent og KulturSpiegel.

Um Espen Eriksen Trio skrivaði BBC: “superb musicians at the top of their game” og hetta er júst tað, ið eyðkennir trio’ina. Í ummæli sínum av triðju útgávuni “Never Ending January” skrivaði BBC somuleiðis: “A wonderfully plaintive jazz record, abandoned to the lost art of melodic minimalism, stripped back and beautifully near bare“ og ummælini er øgilig. All About Jazz siga, at trio’in hevði enduruppfunnið klaver trio tónleik, Sound & Image kallar tónleikin gandakendan og The Milk Factory sigur, at trio’in er heilt unik.

Teir, ið manna bólkin eru Espen Eriksen, lagaskrivinari og klaverleikari, Lars Tormod Jenset á bassi og Andreas Brye á trummum.

 

Rógvi Trio

Teir hava spælt saman síðan teir vóru smádreingir og eru nú allir millum Føroya fremstu snillingar á sínum ljóðføri, Rógvi á Rógvi, Arnold Ludvíg og Leivur Thomsen. Kært barn har mange navne sigst, og hetta barnið hevur ikki bert nógv nøvn men eisini nógvar ymiskar hamir. Um tað er sum partar av Plúmm, Føstufressum ella eitt nú Rógva Trio, so borga hesir tríggir altíð fyri serligari dygd. Rógvi Trio hevur trummuleikaran Rógva á Rógvi sum høvuðsmann, og eru vanliga ein sera lívlig og festlig uppliving.

 

Morten Schantz

Morten Schantz er serliga kendur úr Jazz superbólkinum JazzKamikaze, ið hevur ferðast kring allan heimin seinastu 10 árini. Fyrst í fjør gav Morten út útgávuna”Morten Schantz Godspeed”, á fløguni spæla eisini stjørnusaksofonleikarin Marius Neset og trummuleikarin Anton Egert.

Útgávan er ummæld í fleiri enn 40 miðlum og her tykist semja at vera um, at hetta er ein framúrskarandi útgáv. Downbeat sigur, at Morten hevur ment sítt egna vørumerki innan post-fusion, Jazzwise kallar samanspælið millum teir tríggjar telepatiskt, og Gaffa sigur, at útgávan imponerar og at alt á henni er nýtt.

 

Konsertin verður í Reinsarínum kl. 20. fríggjakvøldið 26. januar. Til ber at keypa atgongumerki til hesa konsertina fyri 150 kr., ella eitt serligt JazzPass, til hesa konsertina, konsertirnar leygarkvøldið 27. januar í við Espern Berg Trio og Plúmm í Reinsarínum og við Marius Neset í Norðurlandahúsinum. Hetta passið koster 250 kr.

 

Placeholder

VETRARJAZZUR Í PERLUNI-2018/01/26

    150,00 DKK

    Product Description

    Event Ticket

    På lager

    Varenummer: sku_3535 Kategori:

    Product Description

    Event Ticket

    X
    X