was successfully added to your cart.

Vetrarjazz – Espen Berg Trio og Plúmm

Espen Berg Trio og okkara egnu Plúmm fara á pall í Reinsarínum leygarkvøldið 27. januar.

Espen Berg Trio góvu fyrstu útgávuna Mønster út í 2015, ein útgáva, ið ummælararnir róstu stórliga og sum eisini gav teimum sáttmála við japanska plátufelagið Blue Gleam, ið gav aðru útgávu hjá bólkinum Bølge út nú í september.

Tónleikurin er melodiskur, men sera kompleksur rútmiskt, bólkurin er vælspælandi, og framførir við temperamenti. Bólkurin er mannaður av Espen Berg á klaver, føroyska Bárður Reinert Poulsen á bassi og Simon Olderskog Albertsen á trummum.

Hin bólkurin hetta kvøldið er føroyski super jazz bólkurin Plúmm. Plúmmararnir borðreiða altíð við tónleiki av allar hægstu góðsku, og fyri tey sum hava alsk til jazz er hetta eitt kvøld, ið skal upplivast. Manningin er tann sama, sum seinastu nógvu árini: Leivur Thomsen á gittari, Magnus Johannesen á ljómborði, Arnold Ludvig á bassi og á trummunum Rógvi á Rógvu, og tónleikurin verður heimagjørdur jazzur.

Konsertin er leygardagin 27. januar kl. 21.30.  Tú kanst keypa atgongumerki til hesa konsertina fyri 150 kr. ella JazzPass fyri 250 kr., til hesa konsertina, konsertina fríggjakvøldið 26. januar við Espen Eriksen Trio, Rógvi Trio og Mortens Schantz Godspeed og konsertina leygarkvøldið 27. januar við Marius Neset í Norðurlandahúsinum. Hetta passið koster 250 kr.

Vetrarjazzur í Reinsarínum-2018/01/27

150,00 DKK

Product Description

Event Ticket

På lager

Varenummer: sku_2517 Kategori:

Product Description

Event Ticket

 

JazzPass – 3 konsertir eitt pass-2018/01/26

250,00 DKK

Product Description

Event Ticket

På lager

Varenummer: sku_3238 Kategori:

Product Description

Event Ticket

X
X