was successfully added to your cart.

Nú verður Sement aftur

By 13. maj 2017Reinsaríið

20. mai verður árliga tónleikakappingin Sement aftur á skránni, Sement  er ein tónleikakapping sum Margarinfabrikkin skipar fyri, har bólkar og einstaklingar kappast um at gerast føroya besti nýggi bólkur. Reinsaríið verður aftur í ár karmur um Sement.    

Hesuferð verður kappingin bert eitt kvøld. Higartil hava sjey bólkar meldað seg, so enn er pláss fyri fleiri bólkum ella einstaklingum einstaklingum. Hvør bólkur fær 15 minuttir á pallinum. Bólkurin skal í minsta lagi framføra tvey egin løg. Allar sjangrur, eru loyvdar.

Sement hevur tikið táttin upp, eftir tónleikakappingini Prix Føroyar. Kappingin letur teir ungu og nýggju bólkarnar, fáa møguleika at standa á palli og framføra egnan tónleik, umframt at vísa seg fram fyri miðlum, festivalum og øðrum.

Tónleikararnir fáa okkurt at venja fram ímóti og verða teir meira motiveraðir, at gera egnan tónleik, at verða sæddir og fáa dirvið til at halda áfram, við tí teir gera.

Hamferð, Guðrun og Bartal, Sleepless Ghost, Absent Silver King, Lyon & the Colourstorm, Konni Kass & Bluesette hava áður vunnið kappingina.

Vinningurin er tríggjar dagar í Studio Bloch við tøkningi, sum hevur eitt virði á 17.000 kr.  

Til ber at melda til her:

Placeholder

Ticket: (sku_2375) Sement – 2017/05/20-2017/05/20

    100,00 DKK

    Product Description

    Event Ticket

    På lager

    Varenummer: sku_2375 Kategori:

    Product Description

    Event Ticket

    X