was successfully added to your cart.

UM tónleikin

Um Tónleikin við Kim, Eyðun, Jens Marna og Dánjal.

Nú verður Um Tónleikin aftur, hesaferð eru tónleikaligu høvuðspersónarnir Kim Hansen, Eyðun Nolsøe, Jens Marni Hansen og Dánjal á Neystabø.

Tiltakið verður í Reinsarínum 8. februar. Um Tónleikin er eitt afturvendandi tiltak, har okkara fremstu sangskrivarar hittast á sama palli, og saman og hvør sær spæla síni løg og tosa um søguna handan tey. Fýra sangskrivarar, ið allir á onkran hátt hóska saman, verða settir á sama pall, fýra sangskrivarar, fýra stólar, tveir gittarar og tvey klaver og ein rúgva av góðum sangum.

Áður hava Hanus G. Johansen, Kári P., Stanley Samuelsen og Martin Joensen havt útseld Um Tónleikin tiltøk í Reinsarínum í Tórsgøtu. Kim, Eyðun, Jens Marni og Dánjal hava allir verið virknir á tónleikapallinum seinastu 20-30 árini, og hava á hvør sín hátt sett sítt fingramerki á nýggjari føroyska tónlekasøgu.

Allir fara á pall saman, og skiftast so at spæla síni løg og tosa um tónleikin, og søguna aftan fyri løgini. Um Tónleikin er hóskvøldið 8. februar.

Avmarkað atgongd er, og atgongumerki á 200 kr. fáast her á Reinsariid.fo

 

Um tónleikin-2018/02/08

200,00 DKK

Product Description

Event Ticket

På lager

Varenummer: sku_3409 Kategori:

Product Description

Event Ticket

X
X