was successfully added to your cart.

The Burning Hell vitjar í Reinsarínum

By 1. juni 2017Reinsaríið

The Burning Hell kemur at framføra í reinsarínum 17. juni.

Burning Hell er alter ego’ið hjá canadiska sangskrivaranum Mathias Kom, og hevur bólkurin støðugt havt nógvar framførslur síðan 2007.

Bólkurin hevur haft framførslur kring allan heimin, og spælt á nógvum sermerktum støðum, ið fevna um alt frá ruðuleikanum í Glastonbury til einsemi í norðurpólskringinum, barrum, festivaltjøldum, heima hjá fólki, eigaraleysum bumbuskýlum og ikki minst í einum andaligum friðskjólið í Frankaríki.

Tónleikaliga eru The Burning Hell í einari støðugari menning. Tónleikurin broytist í hvørjum, alt eftir hvar teir eru staddir, og bólkurin hevur spælt alt frá sjálváskoðandi fólkatónleiki til ovurvirksaman rock&roll. Hetta merkir, at ongar útgávur hjá bólkinum eru eins.

Umframt hetta hevur bólkurin nakrar sermerktar førleikar, at tillaga seg eftir tí umhvørvinum, ið teir ferðast í. Áhoyrarin hevur tí møguleikan at koma á eina konsert, ið bjóðar alt frá pop sangum, til harðan rock tónleik.

Eftir ætlan skal áttanda fløgan hjá The Burning Hell útgevast í 2017.

Til konsertina kemur Ranchus at hita upp.

 

Ticket: The Burning Hell vitjar í reinsarínum – 2017/06/17

150,00 DKK

Product Description

Event Ticket

På lager

Varenummer: sku_2590 Kategori:

Product Description

Event Ticket

X