was successfully added to your cart.

Rokk konsert við Sun Magnet í Reinsarínum

By 2. februar 2018Reinsaríið
Sun Magnet

Leygarkvøldið 24. februar verður konsert á Reinsarínum við rokkbólkinum Sun Magnet.

Bólkurin hevur verið á konsertferð kring Evropa, og er nú aftur í Føroyum.

Sun Magnet er ein stoner rokkbólkur, ið fær íblástur frá progressiva rokkinum í sjeytiárunum, bólkum Deep Purple, Led Zeppelin, Rush, Thin Lizzy og ørðum.

Atgongumerkjuni fáast við dyrnar og kosta 50 kr.

Dyrnar lata upp kl. 22:00

 

X
X