was successfully added to your cart.

Style Jam – spennandi tiltak fyri skapandi fólk og vinnur

Spennandi tiltak fyri skapandi fólk og vinnur verður í Tórsgøtu í Havn vikuskiftið 16-18. februar.
Hetta er annað árið at Sýran Design og Hugskotið skipa fyri Style Jam, sum er avbjóðingin har stílistar, designarar, skræddarar, fotografar, filmsfólk, frisørar, make-up artistar, bindifólk o.o. arbeiða saman um at skapa bestu stílingarnar, har kravið eisini er at gera pløgg og tilhoyr til settini.
Í Reinsarínum
Farið verður til verka fríggjakvøldið 16. februar 2018 kl. 17.00 og hildið verður á til sunnudagin 18. februrar kl. 17.00. Úrslitini verða løgd fram fyri dómarunum sunnukvøldið kl. 18.
Vinningur
Vinnandi bólkurin fær 20.000 kr frá Vinnuframa umframt ráðgeving frá Hugskotinum til menning av vinnandi hugskotinum. Harumframt fær vinnandi bólkurin møguleika at vísa fram vármótan 2018 í blaðnum HON.
Tað eru Sýran Design og Hugskotið, sum vilja menna vitan og samstarv innan design, stíling og kreativitet saman við Á handlunum, sum eru høvuðsstuðlar.
Tiltakið er ókeypis.
Øll yvir 16 ár eru hjartaliga vælkomin og tað er onki krav um útbúgving innan økini.
Tilmelding fer fram við at senda teldupost antin sum bólkur ella einstaklingur til hugskotid@torshavn.fo
X
X