was successfully added to your cart.

Stanley, Martin og Kári á pall saman

Stanley Samuelsen, Martin Joensen og Kári P. á sama palli í senn. 3 av okkara allar bestu sangarum og sangskrivarum, við eini lagaskjáttu, ið man teljast millum tær bestu í landinum.
Allir fara á pall saman, og skiftast so at spæla síni løg og tosa um tónleikin, og søguna aftan fyri løgini.
Fyrstu ferð teir 3 vóru á palli saman var í fjør summar, tá útselda tiltakið UMtónleikin varð hildið. Hetta riggaði somikið væl, at teir vitjaðu sama pall í desember. Tiltøkini hava verið ótrúliga væl eydnaði, og tí kunnu vit fegnast um, at hesir 3 nú vitja aftur.
Tiltakið er á Reinsarínum mánadagin 23. oktober kl. 20.30.
Atgongumerkini eru útseld.
X
X