was successfully added to your cart.

Í ár verður SEMENT størri enn nakrantíð!
SEMENT hevur lagt seg saman við rútmiskt Stella Polaris og tí verður Stella Polaris / SEMENT eitt brak av einari tónleikakapping.
Hendan samanleggingin hevur fleiri broytingar við sær.
M.a. verður kappingin bólka í 3 bólkar:

– Bólkur 1 – til og við 13 ár
– Bólkur 2 – 14 ár og til og við 17 ár
– Bólkur 3 – 18 ár og til og við 25 ár

Í bólki 1 fáa luttakararnir í mesta lagið 8 minuttir til teirra framførslu og 1/3 av tilfarinum skal vera egið tilfar. Í bólki 2 fáa luttakararnir í mesta lagið 10 minuttir til teirra framførslu og 2/3 av tilfarinum skal vera egið tilfar. Í bólki 3 fáa luttakararnir í mesta lagið 12 minuttir til teirra framførslu og 2/3 av tilfarinum skal vera egið tilfar.

5 dómarar vera til Stella Polaris / SEMENT 2018 og hesir velja í mesta lagið 6 luttakarar at taka lut í finaluni. Framførslan í finaluni skal í mesta lagið vera 15 minuttir til longdar.

Umframt vinningarnar, koma eisini umboð frá ymiskum festivalum í Føroyum at velja sær út bólkar/einstaklingar, sum tey fara at bjóða at upptraðka á festivalunum.

Kappingin verður í Reinsaríinum 12.-15. apríl 2018

Hesi hava m.a. fyrr vunnið SEMENT: JASMIN, Konni Kass, Hamferð og Guðrun og Bartal

Kappingin lat upp fyri tilmeldingum mánadagin 5. februar 2018 kl. 12.00
Tilmeldingin fer fram á netinum á heimasíðu Tórshavna Musikskúla http://tm.fo/stella-polaris-sement/
Luttakarar melda til í seinasta lagið 24. Mars 2018 kl. 24.00.
Sí annars meira info og reglugerð á www.tm.fo

Betri stuðlar Stella Polaris / SEMENT

X
X