was successfully added to your cart.

Plúmm og Arnold Ludvig Quartet

Veteranarnir innan føroyskan jazz, Plúmm, verður partur av Summartónum í ár. Frálíki bólkurin, ið hevur myndað nakað av tí besta innan føroyskan tónleik, síðan áttati árini, fer saman við Arnold Ludvig Quartet á pall í Reinsarínum 19. august kl. 20.00.

Plúmmararnir borðreiða altíð við tónleiki av allar hægstu góðsku, og fyri tey sum hava alsk til jazz er hetta eitt kvøld, ið skal upplivast. Manningin er tann sama, sum seinastu nógvu árini: Leivur Thomsen á gittari, Magnus Johannesen á ljómborði, Arnold Ludvig á bassi og á trummunum Rógvi á Rógvu, og tónleikurin verður heimagjørdur jazzur.

Umframt Plúmm spælir eisini Arnold Ludvig Quartet, við Ólavi Olsen á trompet, Rúna Eysturlíð  á gittar,  Arnold Ludvig á bassi og Rógvi á Rógvu á trummum, umframt listarmannin  Anders Hjuler. Sum navnið boðar frá, er talan um verkætlan hjá Plúmm bassistinum Arnold Ludvig, ið hevur skrivað tónleikin hjá bólkinum.

 

Placeholder

Ticket: Plúmm og Arnold Ludvig Quartet – 2017/08/19-2017/08/19

50,00 DKK

Product Description

Event Ticket

På lager

Varenummer: sku_2601 Kategori:

Product Description

Event Ticket

X