was successfully added to your cart.

Påls butikk

Påls butikk er í løtuni á turne í Norra og fara víðari kring heimin við fløguni «Inn i sammenhengen» ið var útgivin 26. januar í 2018. Konsertin ið verður á Reinsaríinum 1. mars er fyrsti møguleiki, at hoyra bólkin í Føroyum.

 

Hjartamálið hjá Påls butikk er, at venda og snara rokkinum so at hann gerst spontanur og ópussaður. Hetta er fyri, at fylla eitt tómrúm í norskum rokki, nevniliga : kontemporæran rokk.

 

Teir hava givið tvær fløgur og eina EP út síðan teir byrjaðu í 2015. Eisini hava teir fingið nógv góð ummælir runt í Norra, til dømis frá GAFFA :

«Påls butikk klarer å mane opp en stemning som gir deg et smil om munnen og lyst til å danse
litt der du sitter under pleddet i sofaen din. Dette vil utvilsomt gjøre dem til et populært liveband.»
Evig Lyttar 25.10.16
GAFFA anbefaler å se Påls butikk på Øyafestivalens klubbdag (07.08.17)

 

Tiltakið byrjar kl.20.00 og atgongumerkjuni kosta 100 kr.

 

 

X
X