was successfully added to your cart.

Open Mid/Open Stage

Mikudagin 27. desember verður aftur Open Stage / Open Mic í Reinsarínum, serligur gestur hetta kvøldið er Ragnar Finsson, ið spælir útgávukonsert. Eftir hetta er pallurin opin, og møguleiki er hjá fólki, ið hava okkurt at framføra at sleppa framat. 
Ragnar Finsson hevur seinastu árini gjørt vart við seg, í nógvum høpum, um tað er sum einstaklingur, ella sum partur av Sementvinnandi bólkinum Bluesette, sum backing tónleikari hjá eitt nú Kristinu Bærendsen, so er hann altíð ein úrmælingur við serligum evnum. Lagið Headed for the Sun var eitt satt útvarpshitt og varð eisini innstillað til heiðurin ársins popp/rokk lag á Faroese Music Awards.
Nú kemur so fyrsta fløgan, ið hevur fingið heitið As the Sun Sinks Down. Við sær at framføra løg hetta kvøldið hevur hann Finnur Hansen á harmoniku og  Árni Jóhannesson á kontrabassi. Sjálvur spælir Ragnar gittar og syngur.
Tiltakið er fyri øll tey, ið vilja sleppa at frambera tað fyri øðrum. Hetta er fyri eitt nú sangskrivarar, yrkjarar, søgu sigarar og skemtarar til at framføra egið tilfar, nýtt eins væl og gamalt. Tiltakið er ætlað at vera ein ein kreativur verkstaður har høvi er til at royna nýggj hugskot í einum umhvørvi saman við samhugaðum listafólki.
Skraín er hendan:
19:30: Tilmelding
20:00 – 20:30: Ragnar Finsson
20:30 – 20:45: MonkeyRat Duo
20:45 – 22:00: Open Stage/Open Mic
Tiltakið er ókeypis og øll eru vælkomin, eisini tey, ið bara vilja lurta og hyggja.

 

X
X