was successfully added to your cart.

Open Mic/Open Stage, gestir Impartial

Mikudagin 10. januar verður aftur Open Stage/Open Mic í Reinsarínum. Serligur gestur hetta kvøldið er Impartial. Eftir teirra framførslu er pallurin opin, og møguleiki er hjá fólki, ið hava okkurt at framføra at gera tað.
Impartial er ein progressivur, alternativur, NU metal bólkur, ið hevur sín uppruna í høvuðsstaðnum. Í bólkinum eru; Elsa Gunnarsdóttir Sevdal á bass, Benjamin Hansen á trummum, Bjørn Askham Bjarnason á el-gittara og Jákup Olavsson syngur.
Tiltakið er fyri øll tey, ið vilja sleppa at frambera fyri øðrum. Hetta er fyri eitt nú sangskrivarar, yrkjarar, søgu sigarar og skemtarar til at framføra egið tilfar, nýtt eins væl og gamalt. Tiltakið er ætlað at vera ein kreativur verkstaður, har høvi er til at royna nýggj hugskot í einum umhvørvi saman við samhugaðum listafólki.
Skráin er hendan:
19:30: Tilmelding
20:00 – 20:30: Impartial
20:30 – 20:45: MonkeyRat Duo
21:00 – 22:30: Open Stage/Open Mic
Tiltakið er ókeypis og øll eru vælkomin, eisini tey, ið bara vilja lurta og hyggja.
Stuðlað tiltakinum hava Mentamálaráðið og Okkara.
X
X