was successfully added to your cart.

Open Mic/Open Stage við Fróða Bjarnason og bólki

Fróði Bjarnason er ungur tónleikari og sangskrivari, ið fyri kortum gjørdist vinnari av Stella Polaris/Sement 2018. Hann hevur við sær ein bólk, av dugnaligum tónleikarum. Teir eru: Rasmus Vigant Samuelsen – keys, Robert Bjarnason – guitar, Árni Jóhannesson – bass og Tórður Dam Jacobsen – drums. Teir síggja sera nógv fram til at vera gestir til Open Mic tann 23. mai.

Tiltakið er fyri øll tey, ið vilja sleppa at frambera sína list fyri øðrum. Hetta er eitt gott høvi hjá sangskrivarum, yrkjarum, søgusigarum og skemtarum at framføra egið tilfar, nýtt eins og gamalt.

Hugsanin handan tiltakið er at skapa karmar um ein kreativan verkstað, har høvi er at royna nýggj hugskot, í einum umhvørvi við samhugaðum listafólki. Øll eru vælkomin við sínum talentum.

Skráin er hendan:
19:30 – 20:00: Innskrivan
20:00 – 20:30: Gesturin hesa vikuna
20:30 – 20:45: MonkeyRat Duo
21:00 – 22:30: Open Stage/Open Mic

Tiltakið er ókeypis og øll eru vælkomin, eisini tey ið bert vilja lurta og hyggja.

Meldur og Okkara stuðla tiltakinum.

X
X