was successfully added to your cart.

Open Mic/Open Stage, gestir JASMIN

By 2. februar 2018Reinsaríið
Mikudagin 28. februar verður Open Mic/Open Stage í Reinsarínum. Gestir hetta kvøldið eru JASMIN. Eftir teirra framførslu er pallurin opin, og møguleiki er hjá fólki, ið hava okkurt at framføra at gera tað.
Vinnarin av Sement kappingini í 2017, JASMIN, hava júst útgivið teirra fyrsta talgilda staklag og sjónband, Baby Blue. Tey, ið manna bólkin eru;  Jasmin Mote ið syngur, Vinjar Egilsnes Petersen á ljóðborði, Bergur Fonsdal Johannesen á bassi og Jósef Magni Heinesen á trummum.
Tiltakið er fyri øll tey, ið vilja sleppa at frambera fyri øðrum. Hetta er fyri eitt nú sangskrivarar, yrkjarar, søgu sigarar og skemtarar til at framføra egið tilfar, nýtt eins væl og gamalt. Tiltakið er ætlað at vera ein kreativur verkstaður, har høvi er til at royna nýggj hugskot í einum umhvørvi saman við samhugaðum listafólki.
Skráin er hendan:
19:30 – Tilmelding
20:00 – 20:30: JASMIN
20:30 – 20:45: MonkeyRat Duo
21:00 – 22:30: Open Stage/Open Mic
Tiltakið er ókeypis og øll eru vælkomin, eisini tey, ið bara vilja lurta og hyggja.
Stuðlað tiltakinum hava Føroysk Tónaskøld og Okkara.
X
X