was successfully added to your cart.

Open Mic/Open Stage, gestir Jazz fyri Petur Hanzz

Mikudagin 24. januar verður aftur Open Stage/Open Mic í Reinsarínum. Av tí at Vetrarjazzur er hesa vikuna, verða serligir gestir hetta kvøldið Jazz fyri Petur Hanzz. Eftir teirra framførslu er pallurin opin, og møguleiki er hjá fólki, ið hava okkurt at framføra at gera tað.
Jazz fyri Petur Hanzz er eitt síðu projekt hjá alternativa rokk bólkinum “Vincent”. Tónleikurin kann lýsast sum Acid Jazz/Funk. Teir spæla nøkur egin løg og nøkur cover løg, har JFPH seta sín egna dám á.
Í bólkinum eru;
Oddur Joensen – Guitar
Sámal M. Johannesen – Bass
Eyðun R. Nolsøe – Guitar
Fríði Bjarkhamar – Trummur
Tiltakið er fyri øll tey, ið vilja sleppa at frambera fyri øðrum. Hetta er fyri eitt nú sangskrivarar, yrkjarar, søgu sigarar og skemtarar til at framføra egið tilfar, nýtt eins væl og gamalt. Tiltakið er ætlað at vera ein kreativur verkstaður, har høvi er til at royna nýggj hugskot í einum umhvørvi saman við samhugaðum listafólki.
Skráin er hendan:
19:30: Tilmelding
20:00 – 20:30: Jazz fyri Petur Hanzz
20:30 – 20:45: MonkeyRat Duo
21:00 – 22:30: Open Stage/Open Mic
Tiltakið er ókeypis og øll eru vælkomin, eisini tey, ið bara vilja lurta og hyggja.
Stuðlað tiltakinum hava Føroysk Tónaskøld og Okkara.
X
X