was successfully added to your cart.

Open Mic/Open Stage, gestur Lea Kampmann

Mikudagin 31. januar verður aftur Open Stage/Open Mic í Reinsarínum. Serligur gestur hetta kvøldið er Lea Kampmann. Eftir hennara framførslu er pallurin opin, og møguleiki er hjá fólki, ið hava okkurt at framføra at gera tað.
Lea Kampmann framførir egið tilfar við sínum inniligu og vøkru kompositiónum.
Tiltakið er fyri øll tey, ið vilja sleppa at frambera fyri øðrum. Hetta er fyri eitt nú sangskrivarar, yrkjarar, søgu sigarar og skemtarar til at framføra egið tilfar, nýtt eins væl og gamalt. Tiltakið er ætlað at vera ein kreativur verkstaður, har høvi er til at royna nýggj hugskot í einum umhvørvi saman við samhugaðum listafólki.
Skráin er hendan:
19:30 – Tilmelding
20:00 – 20:30: Lea Kampmann
20:30 – 20:45: MonkeyRat Duo
21:00 – 22:30: Open Stage/Open Mic
Tiltakið er ókeypis og øll eru vælkomin, eisini tey, ið bara vilja lurta og hyggja.
Stuðlað tiltakinum hava Føroysk Tónaskøld og Okkara.
X
X