was successfully added to your cart.

Open Mic/Open Stage, gestur Ólavur á Váli

Mikudagin 17. januar verður aftur Open Stage/Open Mic í Reinsarínum. Serligur gestur hetta kvøldið er Ólavur á Váli. Eftir hansara framførslu er pallurin opin, og møguleiki er hjá fólki, ið hava okkurt at framføra at gera tað.
Ólavur gav fløguna “Her og Nú” út, sum varð væl móttikin, í síðsta summar. Ólavur hevur hóast sín unga aldur spælt nógvar konsertir.
Tiltakið er fyri øll tey, ið vilja sleppa at frambera fyri øðrum. Hetta er fyri eitt nú sangskrivarar, yrkjarar, søgu sigarar og skemtarar til at framføra egið tilfar, nýtt eins væl og gamalt. Tiltakið er ætlað at vera ein kreativur verkstaður, har høvi er til at royna nýggj hugskot í einum umhvørvi saman við samhugaðum listafólki.
Skráin er hendan:
19:30 – Tilmelding
20:00 – 20:30: Ólavur á Váli
20:30 – 20:45: MonkeyRat Duo
21:00 – 22:30: Open Stage/Open Mic
Tiltakið er ókeypis og øll eru vælkomin, eisini tey, ið bara vilja lurta og hyggja.
Stuðlað tiltakinum hava Mentamálaráðið og Okkara.
X
X