was successfully added to your cart.

Nordstemt og Xperiment

By 7. august 2017Reinsaríið

Sangbólkarnir Nordstemt og Xperiment hava dupultkonsert í Reinsarínum.

 

Nordstemt

Ræddarbólkurin Nordstemt er mannaður av 12 framsóknum songkvinnum úr Føroyum og Danmark. Bólkurin er fyrst og fremst at hoyra á Vestur Fjóni. Tær elska sang og skapa sítt ljóð úr síni norrøna tónlistarliga siðaarvi. Stemmað í norrønum tónum er ljóðið frá ráðum til vakurt og dragandi.

Bólkurin syngur einans tónleik av norrønum komponistum, men tónleikurin er annars sera fjølbroyttur, hóast alt hevur eitt norrøn “vibe”, sum tey taka til. Her er alt frá ráum, eirindaleysum fólkavísum, vøkrum og dragandi sálmum til vælljóðandi popp, ið alt vísir fjøltáttaða tónleikaliga landslagið í Norðurlondum.

Tað er kórleiðarin Tina Rassin, ið hevur lagt allan tónleikin til rættis. Fyri Nordsemt hevur tað týdning, at løgini geva meining, og tey skulu syngjast við eldhuga, magn, virðing og hjarta.

 

Xperiment

Xperiment gjørdist fólkaogn, tá tey fyri nøkrum árum síðan góvu sína útgávu av lagnum Lívsmynd út. Ræddarbólkurin hevur grund í Musikkskúlanum, og er hjartabarnið hjá kórleiðaranum Sigrid Sivertsen, ið eisini er kend frá Morgunkórinum.

Tey hava støðugt gjørt vart við seg, við nýtulkingum av føroyskum sangperlum, av ymiskum slag. Eitt av hæddarpunktunum var, tá tey vunnu heiðurin sum ársins livebólkur í 2014. Seinastu tíðina hevur Xperiment ikki verið líka virkin, men nú verður høvi aftur at hoyra bólkin í fullari styrki .

 

Nordstemt og Xperiment – 2017/09/01

100,00 DKK

Product Description

Event Ticket

På lager

Varenummer: sku_3795 Kategori:

Product Description

Event Ticket

X