was successfully added to your cart.

Lena: Konsertferðin byrjar her

By 1. oktober 2017Reinsaríið

Fríggjakvøldið 6. oktober fer Lena Anderssen á pall í Reinsarínum fyri fyrstu ferð síðani útselda konsert í mars mánaði í fjør. Tann konsertin var hildin í sambandi við útgávuna Eagle In The Sky, sum fyrr í ár varð kosin ársins útgáva til Faroese Music Awards (FMA), har Lena somuleiðis varð kosin ársins songkvinna.

Lena er annars júst afturkomin av væl vitjaðari konsert í Southbank Center í London og fyrr í summar framførdi hon í Tivoli í Danmark. Talan er um konsertframførslu hjá Lenu í Tórshavn í nú skjótt hálvtannað ár.

Aftrat sær hevur Lena – umframt mannin hjá sær Niclas Johannnesen – the ‘grand old man’ Jóhannus á Rógvu Joensen á bassi og unga og evnaríka Josva Debes handan trummurnar.

Sama manning var á konsertferð í Danmark í fjør og beint eftir konsertina í Føroyum gongur leiðin til Danmark, har seks konsertir hesaferð eru á skránni – eitt nú í Keypmannahavn, Herning og Næstved.

Konsertin í Reinsarínum verður sostatt eitt slag av startskoti, har Lena og bólkur fara at framføra løg av seinastu útgávuni Eagle In The Sky, umframt løg av undanfarnu útgávunum Letters From The Faroes, Let Your Scars Dance og Can’t Erase. Somuleiðis vera onkur løg, ið ikki eru útgivin enn á skránni.

(mynd: Hans Kristian Eyðunsson Hansen)

 

X