was successfully added to your cart.

Jens Lisberg tulkar Elvis

By 1. oktober 2017Reinsaríið

Í sambandi við, at tað í ár eru 40 ár síðani, at Elvis Presley andaðist, hava Jens Lisberg og nakrir tónleikarar tikið stig til eina heiðurskonsert fyri Elvis. Konsertin verður á Reinsarínum 7. oktober.

Á konsertini verða spældir nakrir av teimum kendastu Elvis-sangunum – eisini nakrir av teimum andaligu.

Jens Lisberg er væl kendur í Føroyum sum countrysangari, og hann hevur í mong ár framført countrytónleik til mong ymisk tiltøk, harundir nógvar stuðulskonsertir fyri vælgerandi endamál.

Afturat sær hevur hann ein bólk av dugnaligum tónleikarum og kórsangarum.

Tey luttakandi eru:

  • Jens Lisberg, sang
  • Elspa Samuelsen, kórsang
  • Malan Hansen, kórsang
  • Torbjørn Lisberg, tangentar
  • Sámal Lindenskov, guitar
  • Hildibjartur Hansen, guitar
  • Heini Fossá, trummur
  • Jóhan Martin Jacobsen, bass

Konsertin byrjar kl. 20.

 

X