was successfully added to your cart.

Heiðrik á Heygum við bólki og strúkarum í Reinsarínum

Multi-talentið Heiðrik fer við føroyska/íslendska bólki sínum á konsertferð í Føroyum í sambandi við nýggju útgávu sína “Funeral”, og leiðin gongur sjálvandi framvið Reinsarínum, har Heiðrik og bólkur spæla leygarkvøldið 23. juni. Sum nakað heilt serligt á konsertini í Reinsarínum verða strúkarar við, so talan verður ein eina heilt serstaka konsert.

Funeral fekk ikki minni enn 2 FMA virðislønir og fult hús av stjørnum frá øllum ummælarunum bæði her heima og uttanlanda. Útgávan snýr seg um fortíð hansara sum ungur LGBT-ari í Føroyum.

Vakra og livandi røddin hjá Heiðriki dregur okkum við á eina sorgblíða, konfronterandi og eisini eitt sindur stuttliga ferð við íblástri úr jazzi og fólkatónleiki frá 20’unum og 50’unum. Við á útgávuni er vokalbólkurin KATA. Janus Ramussen úr BYRTA hevur framleitt. Við sær á pallin hevur Heiðrikkur:  Heðin Ziska Davidsen (guitar) Halldór Sveinsson (klaver) Per Højgaard Petersen (trummir) og Bergur Fonsdal Johannesen (bass) og strúkarar.

 

Atgongumerki: Heiðrik á Heygum-2018/06/23

    200,00 DKK

    Product Description

    Event Ticket

    På lager

    Varenummer: sku_2324 Kategori:

    Product Description

    Event Ticket

    X
    X