was successfully added to your cart.

Havnar Harmonikufelag

Havnar Harmonikufelag kemur við mannsterkum liði saman við guitar, bas og sangarum at spæla til felagssang og dans í Reinsarínum 5 mei.

Harmonikudansur hevur verið tiltikin, og vit fara at fríska upp aftur nakað av tí stemningi og ljómi, sum harmonikan er so væl kend fyri at geva. Fyrri partur av kvøldinum verður felagssangur og seinni dansur.  Hugsast kann, at farið verður upp á gólv við onkrari vísu. Barrin verður opin.

Tað eldra ættarliðið hevur her eitt gilt høvi til eitt hugna-,sang- og dansikvøld burturav. Hildið verður á til uml. midnátt.

Atgongurmerkju kunnu eisini keypast við dyrnar.

Vit gleða okkum at síggja tykkum!

Placeholder

Havnar Harmonikufelag-2018/05/05

    150,00 DKK

    Product Description

    Event Ticket

    På lager

    Varenummer: sku_3174 Kategori:

    Product Description

    Event Ticket

    X
    X