was successfully added to your cart.

Hjartaliga vælkomin til stuðulskonsertina “ Gloym meg ei” í Reinsarínum næsta sunnudag kl 16.

Stuðulskonsertin er til frama fyri virksemið hjá Beranum/ Felagið pinkubarnadeyði og verður skipað sum ein hugnalig og avslappandi løta við tónleiki og hugleiðingum.

Tónleikarar, ið framføra verða, Rani Nolsøe, Steintór Rasmussen, Døgg Nónsgjógv og Allan Tausen.

Oddvør Poulsen, leiðari í Beranum bjóðar vælkomin og Sólgerð Foldbo fer at siga frá síni søgu.

Kom við og stuðla einum góðum endamáli – øll eru hjartaliga vælkomin!

Atgongumerkir verða seld við dyrnar og kosta 50 kr. Møguleiki er eisini at keypa kaffi/the ella køku og stuðla við peningagávu.

X
X