was successfully added to your cart.

Jazzur á Reinsaríinum 21. apríl kl. 21

Gentle Breeze spælir tónleik, sum hevur uppruna úr New Orleans. Við í orkestrinum eru 10 fólk, tríggjar songkvinnur, fimm blásararar, trummur og banjo. Tá ið nógv fólk eru á palli, er møguligt at hava eina fjølbroytta skrá. Orkestrið spælir uppruna dixie jazz, har ljóðførini tulka løgini til jarðbundnan godspel tónleik, og tríggjar songkvinnur yndisliga og dárandi syngja sangir sum “Old Rugged Cross” og “Just a Closer Walk with Thee”. Samstundis geva blásararnir løgunum ein lívliglan dám.

Býurin New Orleans hevur hoyrt til Suðurstatirnar, og eitt eyðkenni hjá statinum var tá, at har vóru nógv hernaðar orkestur. Tá ið Norðurstatirnir tóku New Orleans frá Suðurstatunum, var ikki tørvur á hernaðar orkestrum longur. Sostatt vóru ein rúgva av ljóðførunum seld bíliga ella givin burtur, og tey fátøku í New Orleans fingu nú møguleika at ogna sær teirra egna ljóðføri. Tó høvdu tey ikki ráð til at keypa nótar ella at fáa undirvísing, tá hetta hoyrdi til aðalstættina. Tí vóru tey noydd at spæla eftir oyranum, og á henda hátt spratt hesin festligi og nærverandi tónleikurin, sum hoyrist í gøtunum í New Orleans.

New Orleans tónleikur verður nógv nýttur til jarðarferðir, tá hesin tónleika stílur er settur saman av godspel/andaligum løgum. Í New Orleans spæla tey sorgar marsj tá kistan verður borin, og tá kistan er komin í jørð, er siður at spæla góðan festligan tónleik. Hetta kemst av at mett er, at tann deyði er komin til eitt betri stað.

Gentle Breeze-2018/04/21

    150,00 DKK

    Product Description

    Event Ticket

    På lager

    Varenummer: sku_3200 Kategori:

    Product Description

    Event Ticket

    X
    X