was successfully added to your cart.

Frum gestur á Open Stage / Open Mic

By 1. august 2017Reinsaríið

Eitt av mest eyðsýndu nøvnunum í føroyskum útvarpi seinasta árið verður serligur gestur, tá Open Stage/ Open Mic verður komandi mikukvøld. Frum hevur seinasta árið latið eina røð av stakløgum út, og sum skilst er ein útgáva á veg við songkvinnuni, ið vit m.a. eisini kenna frá sínum arbeiði við Steso.

Frum var í uppskoti til heiðurin sum ársins songkvinna og sum ársins nýggja navn á FMA fyrr í ár.

Open Stage / Open Mic er hvørt mikukvøld.  Tiltakið er fyri øll tey, ið vilja sleppa at frambera tað fyri øðrum. Hetta er fyri eitt nú sangskrivarar, yrkjarar, søgusigarar og skemtarar til at framføra egið tilfar, nýtt eins væl og gamalt.

Tiltakið er ætlað at vera ein kreativur verkstaður har høvi er til at royna nýggj hugskot í einum umhvørvi saman við samhugaðum listafólki. Øll er vælkomin við sínum talentum.

Skráin er hendan:

19:30 – 20:00: Innskrivan
20:00 – 20:30: Frum
20:30 – 20:45: MonkeyRat Duo
21:00 – 22:30: Open Stage/Open Mic

Tiltakið er ókeypis og øll eru vælkomin, eisini tey, ið bara vilja lurta og hyggja. Mentamálaráðið stuðlar tiltakinum.

X