was successfully added to your cart.

28. oktobur verur konsertbrak á Reinsarínum, tá heimskendi, hollendski bókurin Focus fer at framføra. Tá Focus í fyrra árið var í Føroyum og spældi í Norðurlandahúsinum. Brúktu tónleikararnir nakrar av fríløtunum á Reinsarínum. Teir vóru so bergtiknir av spælistaðnum, at teir vildu sleppa at spæla har. Nú fáa teir so endiliga møguleikan, og vit sleppa at uppliva henda frálíka bólk í hesum frálíku kørmum.

Focus hevur sín uppruna fyrst í 70’inum, tá progressivi rokkurin fór sína sigursgongd runt knøttin.

Stór jodlaran, urguleikaran og floytuleikaran Thijs van Leer saman við frálíka gittarsnillinginum Jan Akkerman vóru ímyndin av bólkinum.

Plátur, so sum “Moving Waves”, “Focus 3” og “Hamburger Concerto” eru millum meistarverkini hjá Focus. Flest øll munnu eisini minnast hittini “Hokus Pokus”,”House of the King” og “Sylvia”, ið regluliga ljómaðu í kjallara- og loftskømurum hjá tannáringum hesa tíðina.

Í 2002  kom Focus aftur í aftur, við plátuni “Focus 8”. Thjis van Leer stendur á odda fyri endurreista Focus, saman við upprunaliga trummuspælarinum Pierra van Linden.

Í 2006 var Focus aftur við eini útgávu. Ein pláta, ið hevur vunnið sær pláss í hjørtunum á gomlu trúðrøstu fjepparunum. Sjálvur sigur Thijs um tónleikin hjá Focus: “Tónleikurin hjá okkum er ein evolution ikki revolutión”.

Konsertin byrjar kl 19, og atgongumerki kosta 375 kr.

Placeholder

Ticket: (sku_2787) Focus – 2017/10/28-2017/10/28

    375,00 DKK

    Produktbeskrivelse

    Event Ticket

    På lager

    Varenummer: sku_2787 Kategori:

    Produktbeskrivelse

    Event Ticket

    X