was successfully added to your cart.

Elinborg hevur útgávukonsert

Hóskvøldið 24. august spælir Elinborg Pálsdóttir útgávukonsert í Reinsarínum í Havn.

Elinborg er ein songkvinna úr Syðrugøtu, og í 2015 gav hon sína fyrstu útgávu út, sum kallast Spor. Ep’in var væl móttikin og síðani hevur Elinborg spælt nógvar konsertir kring landið, og fekk enntá heiðurin sum ársins live einstaklingur ella bólkur á FMA 2016.

Elinborg er nú aftur tøk við nýggjari útgávu, hesaferð er talan um eina nýggja EP, ið kallast ‘’Landið sum eingin sær’’ og eina vinyl, ið samlar báðar útgávurnar “Spor” og “Landið sum eingin sær” á hvør síni síðu á somu LP.

Høgni Lisberg, Allan Tausen og Hans Marius Ziska hava í felag lagt tonleikin til rættis. Ùtgávan er tikin upp í upptøkuhølunum hjá Høgna Lisberg við Gøtugjógv.

Jens L. Thomsen hevur miksað og Jan Eliasson hevur masterað’

Til útgávukonsertirnar hevur Elinborg hevur við sær, Per I. Højgaard Petersen, Allan Tausen og Hans Marius Ziska.

Konsertin byrjar kl. 20, og atgongumerki á 100 kr. fáast her

Elinborg hevur útgávukonsert – 2017/08/24

100,00 DKK

Product Description

Event Ticket

På lager

Varenummer: sku_3412 Kategori:

Product Description

Event Ticket

X