was successfully added to your cart.

Bót til Bata og Krabbakvinnur

Í oktobermánað varpa Bót til Bata og Krabbakvinnur, ljós á bróstkrabba.
 
Bót til Bata er ein sjálvhjálparbólkur hjá Krabbameinsfelagnum, fyri kvinnur sum hava havt bróstkrabba og Krabbakvinnur ein bólkur av yngri kvinnum, sum hava havt bróstkrabba.
 
Bót til Bata og Krabbakvinnur skipa fyri kvøldsetum ymsa staðni kring landið.
 
Bót til Bata og Krabbakvinnur skipa fyri kvøldsetu í Reinsarínum í Havn hóskvøldið 5. oktober frá kl. 19.00 til 21.00.
 
Á skránni verður drekkamunnur og hugni umframt at ungar kvinnur, ið hava havt bróstkrabba siga frá síni uppliving við krabbameini og høvi verður eisini at fáa eitt prát við krabbakvinnurnar.
 
Aftrat hesum verður tónleikur við Guðrun Sólju og Janus Kampmann, møguleiki at royna ein parykk og tú kann ogna tær bróstkrabba armbandið, sum Elsa Bech hevur sniðgivið. Armbandið er hondgjørdt av Elsu og krabbakvinnunum.
 
Tiltakið er ókeypis
 
Øll eru hjartaliga vælkomin
X