was successfully added to your cart.

Beinir letur pallin uppaftur

By 1. august 2017Reinsaríið

Stórur saknur hevur verið í Open Stage / Open Mic tiltakinum, síðan tað steðgaði fyrr í ár, men nú kemur vælumtókta tiltakið aftur, fyrr sum áður er tað MonkeyRat Duo, ið eru vertar, samstundis sum eitt tónleikanavn er serligur gestur. Til at lata pallin upp aftur, hava vertirnir fingið Beinir Troest Rasmussen, ið fyri nøkrum árum síðan var heitasta barnastjørnan á føroyska tónleikapallinum.

Beinir var 13 ára gamal, tá hann fyri 4 árum síðan gav út fløguna ”Kom við” við egnum tekstum og løgum. Frammanundan var hann vorðin kendur sum gittarspælari og sangari í Óvita Blues Band og Kulumrótum.

Eftir trý ár í útlegd í Spania eru Beinir og familjan flutt heimaftur. Beinir hevur júst verið í studio í Spania og tikið upp 10 løg til nýggja fløgu, sum kemur í heyst.

Hesaferð eru tekstirnir á enskum. Beinir og bólkur hansara fara at spæla nøkur av nýggju løgunum umframt okkurt av teimum gomlu, m.a. Sápubløðruna og blues´aran um Neyðars stórabeiggja.

Beinir Troest Rasmussen – akk. gittar og sang Rani Troest Rasmussen – trummur og kór Kenneth Rasmussen – bass og kór Hans Jacob Kollslíð – el-gittar.

 

Open Stage / Open Mic er hvørt mikukvøld.  Tiltakið er fyri øll tey, ið vilja sleppa at frambera tað fyri øðrum. Hetta er fyri eitt nú sangskrivarar, yrkjarar, søgusigarar og skemtarar til at framføra egið tilfar, nýtt eins væl og gamalt.

Tiltakið er ætlað at vera ein kreativur verkstaður har høvi er til at royna nýggj hugskot í einum umhvørvi saman við samhugaðum listafólki. Øll er vælkomin við sínum talentum.

Skráin er hendan:

19:30 – 20:00: Innskrivan
20:00 – 20:30: Beinir
20:30 – 20:45: MonkeyRat Duo
21:00 – 22:30: Open Stage/Open Mic

Tiltakið er ókeypis og øll eru vælkomin, eisini tey, ið bara vilja lurta og hyggja. Mentamálaráðið stuðlar tiltakinum.

X