was successfully added to your cart.

Aðalfundur hjá Føroya Tónleikarafelag

Um tú ert tónleikari, eigur tú helst okkurt ljóðføri. Ert tú góður við tað? Er tað tryggjað rætt – eisini, tá tú ferðast við tí? Hevur tú forrestin ferðatrygging sjálv/ur? Hvussu við lívs- og sjúkutrygging? Hvørji skeið hava áhuga?
Ítøkiligt tilboð um góða tóltrygging er tøkt, men vit mugu fylkjast, um tað skal setast í verk!

KOM á fundin og ger tína hugsan og ávrikan galdandi.
Stuðla føroyska tónleikaumhvørvinum og harvið tær sjálvum!

TEKNA teg sum lim í Føroya Tónleikarafelag! Tú kanst senda meyl á ftf@tutl.com við boðunum: Tekni meg sum lim í FTF (títt navn). Ella tú teknar teg í Tutl á Glade Hjørn
Listi liggur eisini frammi á fundinum tann 7.mars.
Tilber at geva øðrum fulltrú at møta fyri teg á fundinum, men tá mást tú hava skrásett teg frammanundan. Fulltrúin kann t.d. vera pr. smsboð til viðkomandi.

Orsøk og skrá:
Endamálið hjá Føroya Tónleikarafelag er at bøta um umstøðurnar hjá tónleikarum í Føroyum og m.a. virka fyri, at limirnir fáa betur fíggjarlig og listarlig kor.

Fyri betur at kunna gera hetta, verður felagið umskipað frá at vera meginfelag/paraplyorganisatión fyri fleiri ymisk undirfelagø til at limir tekna seg beinleiðis. Soleiðis fær tann einstaki ávirkan á, hvørji øki, felagið skal tríva í.

Á hesum umskipanarfundinum, skulu
1) viðtøkur samtykkjast
2) nevnd veljast.
3) Støða takast til tilboð um tól- og ferðatrygging
4) Limagjald ásetast

Í nevndini eru:
Torleik Mortensen, formaður (vegna Føroya Jazztónleikarafelag)
Kristian Blak, kassameistari ( vegna Felagið Føroysk Tónaskøld)
Knút Háberg Eysturstein, skrivari/samskipari og
Jóhannus á Rógvu Joensen (vegna Føroya Undirhaldstónleikarafelag)
Hesir eru sinnaðir at stilla uppaftur. Verður felagið umskipað sambært uppskoti til viðtøkur, verða 3 limir í nevndini og skulu 2 veljast hesuferð. Lutakast verður um tann eina, ið verður sitandi. Eisini skal tiltaklimur veljast.
Nýggj valevni kunnu verða skotin upp á fundinum.

Eftir fundin hevur Gissur Patrusson innlegg um Gramex, sum síðan bjóðar ein lættan bita og okkurt drekkandi

X
X