was successfully added to your cart.

Almennir stovnar og staðfesting

Mikukvøldið 18. apríl seta vit sjóneykuna á alemnnar stovnar og staðseting – eitt evni, sum av og á er at hoyra um í miðlunum, og sum ofta verður umrøtt politisk. Í fjør heittu Bill Justinussen, Kári P. Højgaard og Magnus Rasmussen á landsstýrið um at leggja frágreiðing fram fyri Løgtingið um, hvussu almennir stovnar  kunnu spjaðast kring landið. Við miðlarnar søgdu teir, at “Nú halda grundgevingarnar ikki longur um, at tað fer at ganga út yvir tænastuna og effektivitetin, um ein almennur stovnur verður lagdur uttan fyri høvuðsstaðin. Sund og firðir skilja nú ikki longur meginøkið, har 90% av fókinum býr. Mannatilfeingið á einum almennum stovni, har vanliga vælútbúgvin fólk manna stólarnar, er ein týðandi ágóði fyri økið, har stovnurin er.”

 

Eiga almennir stovnar at verða spjaddir kring landið? Hvørja ávirkan fær hetta á stovnin? Og staðið, sum ávíkavist verður flutt til og frá? Er hetta lokalpolitikkur, útjaðaramenning ella ein demokratiskur vilji? Fer synergieffektin? Spurningarnir eru mangir og fyri at svara nøkrum teirra, hava vit bjóðað:

 

KÁRI HOLM JOHANNESEN, HAGSTOVA FØROYA

Bústaðarmynstrið í Føroyum broytist og hevur  gjørt tað seinastu mongu árini. Alsamt fleiri fólk flyta til høvuðsstaðarøkið, og hóast undirstøðukervið dúgliga verður ment, heldur gongdin fram. Kári Holm Johannesen fer at greiða frá bústaðarmynstri og broyttum undirstøðukervi.

 

SÚSANNA OLSEN, SAMFELAGSFRØÐINGUR

Men hvat er best fyri samfelagið og stovnarnar sjálvar? Hvørjir eru fyrimunir og vansarnir við at flyta stovnarnar úr Havnini? Súsanna Olsen undirvísir á Setrinum í samfelagsplanlegging, og fer at hava eina framløgu um samfelagsástøðina handan evnið.

 

HILMAR ELIASSEN, STRANDFARASKIP LANDSINS

Strandfaraskip landsins er ein av almennu stovnunum, sum er fluttur úr Havnini. Hilmar Eliasen er stjóri á Strandferðsluni og kemur at siga frá royndum og upplivingum teirra eftir, at Strandferðslan varð flutt úr Havn til Tvøroyrar í 2008.

 

JÓHANN LÚTZTEN

Fleiri tala fyri, at at almennir stovnar eiga ikki bert at liggja í høvuðsstaðnum, men heldur verða spjadd kring landið. Ein teirra er Jóhann Lútzen, og kemur hann at siga sína hugsan um, hví so átti at verið.

 

Rebekka Manuela Behrens verður vertur.

X
X