was successfully added to your cart.

10. árið á rað verður Vísindavøka hildin í Føroyum. Granskingarráðið skipar fyri í samstarvi við allar granskingarstovnarnar.

Vit verða aftur í ár í Tórsgøtu, í Perluni, Reinsarínum, Ostahúsinum og á Perlutorginum. Hetta verður fríggjadagin 29. september kl. 8.00 til á leið kl. 18.00.

Vit fara eisini at hava Vísindavøku á ferð aftur í vikunum uppundir Vísindavøkuna.

Eitt serligt vísindavøkublað kemur eisini út.

Nógv meira verður at frætta seinni, set bara X í kalendaran beinanvegin.

Skráin

Vísindavøkan verður í Perluni, Reinsarínum, Ostahúsinum og á Perlutorginum fríggjadagin 29. september frá kl. 8.00 til 18.00.


Fyribils skráin

Frá kl. 8.00-18.00 uttan steðg

Kl. 8.15 – Setan av Vísindavøkuni

Kl. 8.15 – 18.00 – Framsýningar og samvirkin tiltøk kring evnið Tilfeingi

Kl. 8.30 -12.30 – 8 Framløgur á 15 min. fyri miðnámsskúlanæmingum og øðrum

Kl. 9.30 – 17.30 – Telt á p-økinum við Hvonn, har lærarar og næmingar í Hoydølum skipað eksperiment fyri næmingum frá mið- og hádeild

Kl. 13.00 Kunngerð av vinnara av kappingini Ársins Vitanarfróðu. Kanska sent beinleiðis

Kl. 15.00 Handan av ársins Miðlaheiðursløn. Kanska sent beinleiðis

Kl. 15.30 -17.00 – 4 framløgur á 15 min. fyri øll

Kl. 18.00 – Vísindavøkan endar
Aftaná verður afturlatið tiltak fyri øll umboð hjá stovnunum, sum hava luttikið.

X