was successfully added to your cart.

Trummu Masterclass við Niclas Campagnol

By 1. oktober 2017Perlan

Heimskendi og nógv virdi trummarin og ásláttursleikarin Niclas Campagnol kemur til Føroya at hava masterclass við føroyskum tónleikarum. Tiltakið verður í Perluni mikukvøldið 18. oktober kl. 21.-22.30.

Niclas Campagnol er svii og byrjaði at spæla trummur 3 ára gamal, og fekk sínar fyrstu einatímar við einum trummulærara, tá hann var 5 ár. Hann hevur virkað sum ásláttursleikari í klassiskum tónleiki, og hevur spælt við ensemblum, kamarorkestrum, symfoniorkestrum og ymiskum big bands, síðan hann var 12 ár, og fekk sítt fyrsta professionella spælijobb.

Hann er útbúgvin á danska tónleikakonservatoriuminum, og hevur spælt einum ótali av bólkum og tónleikarum í Norðurlondum og uttanfyri tey.

Nú kemur hann so til Føroyar og hevur master class við føroyskum tónleikarum.

 

 

X