was successfully added to your cart.

Ráðstevna um Islam

By 1. maj 2017Perlan

Ráðstevna um Islam, vesturlendsk virði og tað at vera muslimur í Føroyum, verður í Perluni í Havn, leygardagin 20. mei kl. 13.00-16.00. Tiltakið er ókeypis og øll eru vælkomin!

  • Eru grundleggjandi virðini hjá donskum muslimum øðrvísi enn tey hjá øðrum dønum?
  • Hví tykist Islam so ofta at vera í stríð við talufrælsi og fólkaræði? Hvat sigur Koranin um hetta?
  • Er terror í samsvari við islam?
  • Kann umrøðan av muslimum í dag samanberast við nakað, vit hava sæð áður í søguni?
  • Eru muslimar tann vandi fyri norðanlond, sum teir ofta verða gjørdir til í kjakinum?
  • Hvørjar avbjóðingar fáa Føroyar, um vit lata dyrnar á glopp fyri flóttafólki?

Tann avbjóðing, sum flóttafólk og tilflytarar úr muslimskum londum hava við sær, stendur ovast í politisku dagsskránni um alt Europa.
Og kjakið snýr seg ikki bara um hvussu hesi fólk kunnu integrerast. Tað snýr seg í alsamt størri mun eisini um islam sum religión.
Hóast Føroyar ikki taka flóttafólk og hóast sera fáir muslimar eru í Føroyum, so fyllir hetta kjakið eisini nógv her heima.
Men kjakið er ofta sera ógvusligt, bondskt og harðligt – og ikki serliga upplýsandi.

Hetta er orsøkin til, at Javnaðarflokkurin á Fólkatingi leygardagin 20 mei skipar fyri tiltakinum “Hóttir Islam okkum?”
Endamálið er ikki at tala fyri nøkrum ávísum politikki. Tað verða fyrilestrar og kjak, har endamálið eina og aleina er saklig og erlig upplýsing.

Les meira um tiltakið her:

Javnaðarflokkurin á Fólkatingið

X