was successfully added to your cart.

Open Mic/Open Stage við Sámal jákup og Ingmar

By 2. maj 2018Perlan

Mikukvøldið 9. mai verður Open Mic/Open Stage í Perluni. Gestirnir hesa vikuna eru Sámal Jákup Jakobsen og Ingmar Mikkelsen. Trubaduranir báir hava nógvar royndir innan tónleikaheimin og tað sæst aftur tá teir fara á pallin. Vit gleða okkum til eitt hendingaríkt kvøld

Tiltakið er fyri øll tey, ið vilja sleppa at frambera sína list fyri øðrum. Hetta er eitt gott høvi hjá sangskrivarum, yrkjarum, søgusigarum og skemtarum at framføra egið tilfar, nýtt eins og gamalt.

Hugsanin handan tiltakið er at skapa karmar um ein kreativan verkstað, har høvi er at royna nýggj hugskot, í einum umhvørvi við samhugaðum listafólki. Øll eru vælkomin við sínum talentum.

Skráin er hendan:
19:30 – 20:00: Innskrivan
20:00 – 20:30: Gestirnir hesa vikuna
20:30 – 20:45: MonkeyRat Duo
21:00 – 22:30: Open Stage/Open Mic

Tiltakið er ókeypis og øll eru vælkomin, eisini tey ið bert vilja lurta og hyggja.

Meldur og Okkara stuðla tiltakinum.

X
X