was successfully added to your cart.

#MetooFøroyar

ALTJÓÐA KVINNUDAGURIN 8. MARS KL 16.30 #METOOFØROYAR

Í oktobur mánað í fjør byrjaði tað. Túsundtals kvinnur skrivaðu “#metoo” á facebook vanga teirra eftir áheitan frá sjónleikarinnuni Alyssa Milano.

Rørslan og kjakið tók skjótt dik á seg og man hetta vera tann kynsspurningurin, sum er mest er kjakast um seinnu árini. Men hvat snýr #metoo seg veruliga um? Snýr hetta seg um vald og undirkúgan? eru rørslan ella kjakið farið ov vítt? eru vit vorðin ov erkvisin? Hvat skulu vit gera við hesa vitan, vit hava fingið? Hesar spurningar – og mangar afturat – fáa vit svaraðar í Perluni á altjóða kvinnudegnum 8. mars kl 16.30.

Vit, í samstarvi DamuDomi, bjóða øllum vælkomnum til hugleiðing um #metoo, pallborðskjak og avdúking av heimasíðu. Marna Jocobsen kemur at hugleiða um #metoo. Til pallborðskjakið luttaka Regin Berg, Lív Patursson og Sveinur Tróndarson. Eisini verður heimasíða avdúkað.

X
X