was successfully added to your cart.

Jólamálmur

By 7. december 2017Perlan

Nú er aftur við at vera tíð til afturvendandi tiltakið hjá Upp Við Hornunum, JÓLAMÁLM! Vit hava verið niðri í sekkinum og funnið eitt sindur av blandaðum karamellum til hetta kvøldið; á skránni verða ikki minni enn tríggir sera spennandi bólkar:

SPEROL. Ungu menninir hava júst verið í USA, har teir hava havt ein sera góðan túr. Hetta er ein ungur bólkur, ið vónandi kemur at koma langt – vit fáa í øllum førum høvi at uppliva tað sama, sum amerikanarnir gjørdu fyri nøkrum vikum síðani.

ASYLLEX. Eisini energiski thrashmálmsbólkurin, sum umboðaði Føroyar fyrr í ár, verður við. Teir eru nú í hált við at skriva tónleik til nýggju fløgu teirra, og vit gleðast um at teir taka ein lítlan steðg frá tí fyri at spæla fyri okkum.

IRON LUNGS. Teir vóru seinast at síggja til eitt UVH tiltak á G! Festivalinum og góvu sum vant eina framførðslu, ið sat eftir í minninum, hóast teir vóru sera darvaðir av tekniskum trupuleikum. Eitt sermerki við Iron Lungs er, at teir altíð klára at yvirraska fjøldina við onkrum skítsvøkum, og vit kunnu vænta okkum enn eina framførslu, ið bert teir kunnu framføra!

 

Eingin ivi í at tað verður futtur í Perluni annað jólakvøld!

ATGONGUMERKI á 100 kr verða seld við dyrnar. Peningurin fer óskerdur til arbeiði til frama fyri føroyska rock/málmpallin.

DYRNAR lata upp kl 21. FÍLA HORNINI, KVETT LASTIKKIÐ OG KOM OMAN OG BRÓT NAKKAN SAMAN VIÐ OKKUM!

 

 

X
X