was successfully added to your cart.
Tann 25. apríl er altjóða DNA dagur. DNA er stytting fyri deoxyribonucleic acid, sum vit á føroyskum kalla arvastrongurin. Tað var á hesum degi í 1953, at Watson, Crick, Wilkins og Francis góvu út vísindaliga grein um DNA bygnaðin. Á hesum sama degi, 50 ár seinni, var tað almannakunngjørt, at arvamassan hjá menniskjum var kortløgd. Tí er hesin dagur kosin at vera altjóða DNA dagur, og síðani 2013 hava fólk og stovnar runt alla verðina hátíðarhildið henda dagin. Í ár hava vit valt eisini at hátíðarhalda hendan dagin í Føroyum.
 
Skipa verður fyri einum tiltaki í Perluni tann 25. apríl 2018 frá kl. 16. Tiltakið verður í tveimum pørtum. Tann fyrsti parturin inniheldur stuttligt og handaligt DNA virksemi til børn, og í tí seinna partinum verða stuttir fyrilestrar um DNA til tey ungu og vaksnu. Endamálið við tiltakinum er at kunna almenningin um DNA, og um hvussu DNA verður brúkt í gransking og í samband við heilsu í Føroyum. Tiltakið er alment og ókeypis hjá vitjandi.
 
Tiltakið er ókeypis og øll eru hjartaliga vælkomin.
X
X