was successfully added to your cart.

Black Sabbath Tribute

Ein av best umtóktu tributebólkum í danska kongaríkinum kemur nú til Føroyar at spæla! Talan er um Black Sabbath Tribute (DK) við føroyska Dagfinni Joensen, ið vit millum annað kenna frá Eager to Please og Fate, á odda! Teir eru sera væl umtóktir í Danmark og vóru enntá tilnevndir ársins danski jam bólkur á High Voltage Rock Awards 2015, og nú fáa føroyingar høvi at uppliva henda bólk á føroyska pallinum!

Konsertin verður í Perluni í Havn 20. apríl. Við sær hetta kvøldið hava teir føroyska bólkin Wingman, ið er mannaður av monnum úr Sic, Amokk, Asyllex, Konqueror og Sails of Deceit. Teir spæla eina ørgrinnu av málm/rokkklassikarum, og verður tí høvi hjá øllum tumgmálmsfjepparum at hoyra alt tað góða og gamla beint her í Tórshavn.

Atgongumerki til tiltakið kunnu keypast á heimasíðuni hjá Reinsarínum fyri 160,- Vit vóna at síggja nógv fólk til hetta serstaka kvøldið!

 

Black Sabbath Tribute-2018/04/20

    160,00 DKK

    Product Description

    Event Ticket

    På lager

    Varenummer: sku_2213 Kategori:

    Product Description

    Event Ticket

    X
    X