was successfully added to your cart.

KOM OG BLÁS LÍV Í DEYÐAR LUTIR 

12. og 13. mai skipa Listaskúli Føroya og Reinsaríið fyri stuttligari og skapandi verkstovu í at gera livandi dukkur. Verkstovan er ætlað børnum í aldrinum 11 til 15 ár.

Livandi dukkur – ella leikarar til dukkuleik – kunnu gerast úr ØLLUM! Úr sleivum, einum gomlum skógvi, plastruski, skrúvum – og øllum møguligum øðrum smálutum og burturkasti, sum vit hava liggjandi í krókum og kassum í kjallaranum, skúrinum ella kamarinum. Kom og bjarga øllum hesum dýrgripum og gev teimum nýtt lív! Á skeiðinum fer Karavella Marionett-Teatur at læra okkum at síggja nýggjar møguleikar í smálutum og burturkasti og geva hesum eitt nýtt lív sum livandi dukkur. Eisini fara vit at læra um at skapa eina søgu til livandi dukkuna, sum vit kunnu royna í okkara dukkuteatri.

Rakel Helmsdal stendur fyri verkstovuni. Hon hevur drúgvar royndir innan alt hugsandi kreativt virksemi og er m.a. teaturstjóri í Karavella Marionett-Teatri.

Verkstovan verður í Ostahúsinum leygar- og sunnudagin 12. og 13. Mai kl. 10 – 13 báðar dagarnar.

Vit hava savnað ymiskt tilfar, men ongantíð betri, um tit eisini taka okkurt stuttligt burturkast við. Ella kanska tú hevur funnið ein ordiliga stuttligan lut, sum tú kundi hugsað tær at brúkt?

Avmarkað nøgd! á verkstovuni er pláss fyri 12 luttakarum, so tað er at skunda sær at melda seg til við at ringja á 228327.

Prísur 300 kr.​

X
X