was successfully added to your cart.

Kórið Sólarmagn fjølbroytta várkonsert í Finsen

Kórið Sólarmagn saman við royndum sangarum úr ymiskum føroyskum kórum fer at hava tvær konsertir við sera fjølbroyttari sangskrá hesa vikuna. Tann fyrra konsertin verður kristihimmalsferðardag 10. mai kl. 16 í Auluni í Finsen í Havn. Hin seinna konsertin verður í Vestmanna kirkju sunnudagin 13. mai kl. 16.

Tað er navnframi kórleiðarin Ólavur Hátún, ið stjórnar kórinum, og sum í vetur hevur vant eina sera fjølbroytta skrá saman við kórinum. Kórið Sólarmagn vil við hesi skrá heilsa várinum vælkomnum, við bæði føroyskum og útlendskum fagnaðarverkum. Millum lag- og satssmiðirnar teljast J. Waagstein, Knút Olsen, Leif Hansen, Kári Bæk, Edvard Grieg, Vagn Holmboe, Mendelson-Bartholdy, Jón Ásgeirsson og W.A. Mozart.

Á konsertini verða eisini framførd verk, har royndir tónleikarar hava fylgispæl. Til kenda lagið To Be or Not To Be eftir Leo Mathisen fer Magnus Johannesen at hava fylgispælið, og til verkið Sancta Maria eftir W.A. Mozart fara Monica Staus Joensen, Annette Nielsen, Jón Festirstein og Tóri Restorff Jacobsen at hava fylgispælið.

Atgongumerki á 100 kr til konsertina í Finsen kristihimmalsferðardag kunnu keypast í forsølu á heimasíðuni reinsariid.fo og við dyrnar.

 

X
X