was successfully added to your cart.

Jólakonsert við KATA í Auluni

By 1. december 2017Aulan

Sangbólkurin KATA fer at framføra í Auluni á Finsen beint áðrenn jól. Hetta verður eitt kærkomið høvið, at leggja jólainnkeypið á hylluna eina løtu, og savna seg um vakra tónleikin hjá hesum frálíku songkvinnum. Tað eru nakrar av okkara fremstu kvinnuligu sangrøddum eru savnaðar í KATA.

Unn Patursson, Eyð Berghamar Jacobsen, Greta Svabo Bech, Guðrið Hansdóttir and Arnfríð Lützen teljast allar millum okkara fremstu songkvinnur, og í KATA hava tær allar funnið saman, hetta frálíka bland kom til sjóndar á meistarligu fyrstu útgávuni hjá teimum, ið kom út í fjør.

Man tosar í tónleikahøpi ofta um superbólkar, eitt nú The Travelling Willburys, Audioslave, Atoms for Peace og í føroyskum høpi Showmenn. Men tað er nokk ikki at taka munnin ov fullan at siga, at Føroyar í KATA hevur sín egna supersangbólk.

KATA hava gjøgnum árini javnan hildið jólakonsertir eitt nú í Kirkjum kring Føroyar, nú verður so høvið at uppliva tær í Auluni.

 

X
X