was successfully added to your cart.

Heiðrik í Finsen

By 1. december 2017Aulan

Konsertin er útseld, nú Heiðrik verður at hoyra í Auluni á Finsen 20. desember.

Heiðrik átti eina av mest inniligu føroysku plátunum í fjør. Funerals, ið er ein persónlig ferð hjá Heiðriki, gjøgnum eina røð av evnum, ið liggja hjartanum nær. Fleiri av songunum hava verið tráspældir í útvarpinum, hvør hevur ikki nikkað við til sangir sum Change of Frame, Monster ella Love Song. Ummæli heima sum úti hava verið eisini verið frálík.

Dugnaligi havnarmaðurin býr í løtuni í Íslandi, men nú Aulan í Finsen er latin upp, vakti tað áhugan hjá Heiðriki, ið beinanvegin setti eina konsert á skrá..

Fantastisku hølini hava ein serligan akkustikk, ið vit gleða okkum til at uppliva saman við Heiðriki 20. desember.

Við sær hevur hann bólk og strúkarar at geva vøkru tónunum flog.

 

X
X