was successfully added to your cart.

Forvitnislig konsert í Finsen

By 1. februar 2018Aulan

Ingibjørg Hansen, sopran, Ernst Sondum Dalsgarð, tenor og Ólavur Jakobsen, gittar, syngja og spæla kendan og minni kendan tónleik. Saman við Ungdómskórinum TÓNAR, við Katrin Jørgensen sum leiðara, fara tey at framføra operaariur, fólkslig løg og føroyskir sangir.

Unga songkvinnan, Ingibjørg, hevur bergtikið við síni kláru, sterku rødd; ein sannur gimsteinur, sum høgdur úr helluni í Mikladali, har ið hon er ættað.
Ernst kenna vit úr óteljandi høpum; bæði í løttum leiklutum, men eisini í størri og krevjandi uppgávum í Kongaligu Operuni í Keypmannahavn.
Tónleikin hevur Ólavur lagt til rættis fyri gittara, og bindur hann tónleikaliga partin saman við meistarliga gittarleiki sínum.

Saman hava tey trý framført á konsertum kring landið. Stórliga fagnaði hava tey verið, og nógv fólk hevur vitjað konsertir teirra. Nógv verður gjørt burturúr, so fólk fáa eina lætta og forvitnisliga uppliving úr sangheiminum.

Tónleikur á hægsta stigi, men í eygnahædd við lurtaran.

Konsertin varir góðan tíma, og øll eru hjartaliga vælkomin.

Atgongumerki kunnu keypast fyri 100 kr. við dyrnar innan konsertina leygardagin 3. februar kl. 16.00 í Auluni í Finsen.

Forvitnislig konsert í Finsen-2018/02/03

100,00 DKK

Product Description

Event Ticket

På lager

Varenummer: sku_2372 Kategori:

Product Description

Event Ticket

X
X